Lodnukvotan nógv minkað

Lodnukvotan nógv minkað
Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er í ár 8.650 tons. Í fjør var føroyski parturin 30.000 tons
Føroyingar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni í ár. Føroyski parturin er 8.650 tons í 2016, í fjør var hann 30.000
 
25.01.2016 - 14:15

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er nógv minkað. Íslendska vinnumálaráðið hevur býtt lodnukvotuna. Heildarkvotan í ár er 173.000 tons.

Føroyingar eiga fimm prosent, so føroyskir parturin er 8.650 tons. Í fjør var føroyska lodnukvotan 30.000 tons.

Avmarkingarnar, sum eru settar føroysku skipunum fyri at virka lodnu til matna umborð, og at landa til matna til føroysk virki, standa við.

Men føroysk skip sleppa nú, eins og tey íslendsku, at fiska lodnu við flótitroli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109