- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera ikki niðursjóðingarvirki í bræði

Við slíkum tolli er makrelur í dós úr Føroyum ikki kappingarførur í ES. Varðin hevur havt fólk at kanna møguleikan at byggja niðursjóðingarvirki.
Avtalan við tað fólkið var galdandi til 1. januar í ár. Einki virki verður bygt, fyrr enn tollforðingarnar í ES eru burturi.
Royna at fáa tollforðingar burtur
Varðin hevði annars ætlanir um at byggja niðursjóðingarvirki við okkurt um 60 arbeiðsplássum. Royndir at leggja makrel í dós eru gjørdur í einum køki í Gøtu.
Arbeitt verður við at fáa tollforðingarnar í ES burtur, segði Jacob Vestergaard, sum tá var landsstýrismaður, fyri skjótt einum ári síðani. Felagsnevndin hjá Føroyum og ES hevði fund í Havn í mai í fjør.
Hetta var fyrsti fundurin hjá nevndini í átta ár. Semja var tá um, at hesa ferð skulu ikki ganga átta ár millum fundirnar hjá felagsnevndini, sum viðger fríhandilssáttmálan millum ES og Føroyar frá 1997.
Fimm ES-lond siga nei
Fimm lond í ES vilja tó ikki, at føroyingar sleppa at selja makrel í dós tollfrítt í ES. Londini stúra fyri at missa arbeiðspláss, um makrelvørur úr Føroyum sleppa tollfríar á ES-marknaðin.
Samtakið Christian í Grótinum í Klaksvík hugsaði eisini um at byggja niðursjóðingarvirki í Føroyum.
Tá Larsen Seafood í Flensburg í Týsklandi fyrst í februar í fjør var til sølu, keypti samtakið í Klaksvík virkið, sum millum annað leggur makrel í dós. Tá Týskland er í ES, eru vørurnar frá Larsen Seafood tollfríar í ES.