Jørn Astrup Hansen farin úr nevndini í Eik

Jørn Astrup Hansen farin úr nevndini í Eik
Jørn Astrup Hansen, sum síðani 2011 umboðaði Fíggjarligt støðufesti í Eik banka, hevur sagt seg úr nevndini
 
16.01.2016 - 16:23

Fíggjarligt støðufesti hevur TF Holding øll síni partabrøv í Eik.

TF Holding, sum eigur øll partabrøvini í Eik banka, fer nú at finna onnur fólk í nevndina fyri Jørn Astrup Hansen og Ben Arabo, sum segði seg úr nevndini í desember fjør. 

Hetta verður avgjørt fyri ársaðalfundin í apríl.

Ben Arabo fór úr nevndini, tí hann er stjóri í Atlantic Petroleum, ið skyldar Eik banka 58,5 mió. kr. Og fíggjarliga støðan hjá Atlantic Petroleum er alt annað enn góð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050