Bót fyri ikki at boða frá

Bót fyri ikki at boða frá
Ein skipari fekk í gjár 5.000 krónur í bót fyri ikki at hava boðað Fiskiveiðieftirlitinum frá, at hann avreiddi í Klaksvík
Ein skipari er funnin sekur, og fekk í gjár 5.000 krónur í bót, tí hann ikki boðaði Fiskiveiðieftirlitinum frá seks tímar frammanundan, hvar og nær hann ætlaði at avreiða
 
14.01.2016 - 08:04

Føroya rættur álegði eisini skiparanum at rinda sakarkostnaðin. Skiparin var ákærdur og er nú dømdur fyri at hava avreitt til Kósina í Klaksvík 12. februar í 2013.

Skiparin er dømdur, tí hann ikki fráboðaði Fiskiveiðieftirlitinum frá seks tímar frammanundan, hvar og nær hann ætlaði at avreiða.

Noktaði seg sekan

Skiparin noktaði seg sekan. Hann heldur seg ikki hava brotið kunngerðina frá 2012 um landingar og avreiðingar.

Hann sigur, at avreiðingin var ikki byrjað, tá fólk frá Fiskiveiðieftirlitinum kom umborð. Hann hevði tí kunnað bíðað í seks tímar við at avreiða fiskin ella farið út aftur á fiskileið uttan at avreiða.

Stýrimaðurin, sum varð avhoyrdur sum vitni í rættinum, segði, at hann royndi at senda eini sms-boð til Fiskiveiðieftirlitið um ætlaðu avreiðingina í Klaksvík, men tað riggaði ikki, segði hann.

Brúktu rættarvenju í Danmark

Eftirlitsmaðurin hjá Fiskiveiðieftirlitnum segði, at tá hann kom umborð, var avreiðingin byrjað. Føroya rættur sigur í sínari niðurstøðu, at einki bendir á, at fiskurin ikki skuldi í land so skjótt sum skipið kom til Klaksvíkar.

Hóast tað ikki riggaði at senda sms-boð, hevði borið til at boðað frá á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum, staðfestir Føroya rættur.

Skiparin er tí funnin sekur. Bótin er 5.000 krónur. Føroya rættur brúkti rættarvenjuna í Danmark í slíkum málum at miða seg eftir, tá bótin varð ásett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050