Færri fólk í nøkrum vinnugreinum

Færri fólk í nøkrum vinnugreinum
Hóast stívliga 670 fleiri fólk vóru á føroyska arbeiðsmarknaðinum í oktober í fjør enn í 2014, eru færri fólk í summum vinnugreinum
Hóast fleiri fólk vóru á føroyska arbeiðsmarknaðinum í oktober í fjør enn í 2014, eru nøkur fólk færri í nøkrum vinnugreinum. Millum annað á skipasmiðjunum í Føroyum
 
13.01.2016 - 08:49

17 færri arbeiðspláss vóru í ráevnisvinnuni, sum fevnir um millum annað grótbrot og sandgrevstur, sambært tølum, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár.

14 færri arbeiddu á skipasmiðjunum, 12 færri fingust við post og fjarskifti og níggju færri arbeiddu í landbúnaðinum í oktober í fjør enn í 2014.

Byggivinnan hevur úr at gera, og í henni vóru 119 fleiri fólk í fjør, og í heilsuverkinum og almannaverkinum vóru 136 fleiri arbeiðspláss í oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050