Oljuprísurin undir trýsti

Oljuprísurin undir trýsti
Ein tunna av olju úr Norðsjónum varð í gjár seld fyri minni enn 32 dollarar. Tað er lægsti oljuprísurin í 12 ár
Beint áðrenn handilin við olju steðgaði í gjár, kom oljuprísurin undir trýst. Ein tunna av olju úr Norðsjónum fór fyri minni enn 32 dollarar
 
12.01.2016 - 09:39

Beint áðrenn handilin við olju steðgaði í gjár, kom oljuprísurin undir trýst, og ein tunna av olju úr Norðsjónum varð seld fyri minni enn 32 dollarar. Talan er um lægsta oljuprísin síðani í 2004.

Nú verður tosað um, at oljuprísurin fer nógv longur niður, kanska niður í 20 dollarar fyri tunnuna, um amerikanski dollarin styrknar skjótt, eru boðini frá amerikanska bankanum, Morgan Stanley.

Iran kann noyðast at lækka prísin

Boðini eru tey somu í Europa, tí prísurin kann lækka nógv, um Saudiarabia heldur fram við at lækka sín prís, fyri at tryggja sær marknaðir, áðrenn Iran av álvara fer at selja olju, tá tiltøkini ímóti landinum verða sett úr gildi seinni í ár.

Iran hevur boðað frá, at landið fer at selja eina nýggja oljublanding í apríl, talan er um olju sum minnir mest um oljuna sum grannalandið Irak selur.

Tí kann Iran noyðast at lækka prísin, fyri at sleppa inn á marknaðin. Aftur í morgun er oljuprísurin fallin og nú verður ein tunna seld fyri minni enn 31 dollarar fyri tunnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050