Fáa væl av fiski

Fáa væl av fiski
Føroysku frystilínuskipini, sum royna eftir toski á Flemish Cap, hava góðan fiskiskap, 15 til 20 tons um dagin
Frystilínuskipini, sum royna eftir toski á Flemish Cap, fáa í løtuni 15 til 20 tons um dagin
 
12.01.2016 - 13:57

Tað upplýsir Vørn. Fýra línuskip eru á Flemish Cap, Ågot, Klakkur, Kambur og Eivind, Harafturat er trolarin Ran á Flemish Cap. Hann fiskar svartkalva.

Føroyska toskakvotan á Flemish Cap er 3.114 tons í ár. Línuskipini eiga 2.336 tons og trolarar sleppa at fiska 778 tons.

Seks ísfiskatrolarar í Runavík hava í dag fingið loyvi at fara til Flemish Cap hálvan februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050