Tóku minni laks í 2015

Tóku minni laks í 2015
Alibrúkini í Føroyum tóku minni av laksi í 2015 enn 2014. Laksurin, sum varð tikin í fjør, vigaði í miðal eitt sindur meira enn í 2014
Føroysku alibrúkini tóku 66.090 tons av laksi í fjør. Tá er talan um kruvda vekt. Hetta eru sjey prosent minni enn í 2014
 
11.01.2016 - 14:11

Føroysku alibrúkini tóku 66.090 tons av laksi í fjør. Tá er talan um kruvda vekt. Hetta eru sjey prosent minni enn í 2014.

Tað upplýsir Vinnuhúsið á heimasíðuni. Í 2014 vórðu tikin 70.893 tons í kruvdari vekt. Útlit eru fyri, at meira verður tikið í ár enn í fjør.

Laksurin, sum varð tikin í fjør, vigaði 5,38 kilo í miðal, eitt sindur meira enn í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050