- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar mugu bíða eftir pengum frá Kaupthing
Enn er ikki greitt, hvussu nógv føroyingar, sum eiga pening til góða hjá Kaupthing, kunnu fáa frá búnum. Heldur ikki er greitt, nær fólk fáa peningin.
Tað ljóðar, at búgvið eftir Kaupthing Bankan, kanska fór at lata smáu kreditorunum tað sum tey eiga, upp til 200.000 krónur.
100 føroyingar keyptu virðisbrøv
Fólk eru biðin um at siga trotabúnum, hvagar pengarnir skulu flytast, um úrslitið verður tað, at trotabúgvið lutar út til øll krøv, sum eiga upp til 200.000 kr.
Eisini í Føroyum tóku fólk av tilboðnum hjá Kaupthingi um trygg virðisbrøv, sum ikki vóru so trygg, tá avtornaði. Talan er um eini 100 fólk tilsamans.
Enn er ikki greitt, hvussu verður við pengunum, sigur advokaturin, Brandur Ellingsgaard, sum umboðar nakrar føroyingar.
Vita ikki neyvt, hvussu nógv verður útgoldið
Brandur Ellingsgaard hevur tosað við bústjórarnar, og fingið at vita, at enn eru eingir pengar goldnir út, og bústjórarnir siga seg ikki vita, hvussu nógvir pengar verða goldnir út.
Ein annar trupulleiki er, at íslendsku myndugleikarnir ikki vilja lata pengar fara úr landinum. Tað var ein regla sum varð sett í gildi, tá Ísland fór av knóranum í 2008.
Tey størstu krøvini ímóti Kaupthing Banka eru úr øðrum londum. Tí er framvegis ikki greitt, hvussu nógvir pengar eru at lata teimum sum hava krøv ímóti búnum, og heldur ikki er greitt, nær pengarnir verða goldnir.
Peningurin neyvan goldin í ár
Tað verður neyvan í hesum árinum, pengarnir verða goldnir, sigur Brandur Ellingsgaard. Hann umboðar eisini føroyingar sum høvdu keypt partapening í bankanum Lehman Brothers, sum eisini fór á húsagang.
Í USA er skipanin við húsagangi øðrvísi, og har rindar búgvið pengar av og á, ella leypandi, sum tað verður sagt. Og haðani hava eisini føroyingar fingið pengar aftur, sigur hann.
Krøvini ímóti Kaupthing Banka er nógv, tilsamans 27.500 í tali. Og upphæddin sum krav er lagt fram um, er eisini stór, tilsamans 4.500 milliardir íslendskar krónur.