Væntandi liðugt í 2017

Væntandi liðugt í 2017
Landsverk og TG Verk hava gjørt semju, sum skal tryggja, at arbeiðið í Marknagili ikki steðgar fullkomiliga upp
 
22.11.2015 - 11:12

Marknagilsdepilin verður nakrar mánaðir seinakaður, og allarhelst tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina í 2017. 

Eisini er eitt umfatandi gerðarrættarmál millum byggiharra og arbeiðstakara áveg. Og tapir Landsverk tað málið, so verður neyðugt at fara í løgtingið eftir fleiri pengum til føroya størstu byggiverkætlan.  

Landsverk og TG Verk hava gjørt semju, sum skal tryggja, at arbeiðið í Marknagili ikki steðgar fullkomiliga upp. Partur av avtaluni millum Landsverk og TG Verk er, at øll krøv, sum partarnir hava móti hvørjum øðrum, verða løgd fyri ein gerðarrætt at taka støðu til. 

Sambært avtaluni rindar Landsverk 15 milliónir krónur til TG Verk beinanvegin. Eitt fyribils útlegg, sum Landsverk fer at krevja aftur í einum komandi gerðarrættarmáli.

Samlaða játtanin til Marknagilsdepilin er 515 mió kr, innbúgv íroknað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417