Lóg Javnaðarfloksins krevur nýggjan formansskap

Lóg Javnaðarfloksins krevur nýggjan formansskap
Flokkurin fekk í gjár nýggjan næstformann og nýggja næstforkvinnu
Jónleif Johannesen er formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og nú eisini næstformaður floksins.
 
08.11.2015 - 14:51

Javnaðarflokkurin umskipaði í gjár formansskapin í flokkinum. 

Eyðgunn Samuelsen  var næstforkvinna og Heðin Mortensen var næstformaður. 

Men lóg floksins sigur, at annar næstformaðurin skal vera formaðurin í tingbólkinum, og hin skal ikki vera tingfólk ella landsstýrisfólk.

Eyðgunn Samuelsen er landsstýriskvinna og Heðin Mortensen er tingmaður. 

Nýggjur næstformaður er Jónleif Johannesen, sum er formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Nýggj næstforkvinna er Margit Stórá, sum starvsnevndin valdi í gjár. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er formaður Javnaðarfloksins.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109