Samtykt at brúka 3,5 milliónir

Samtykt at brúka 3,5 milliónir
Fyrsta ítøkiliga stigið er tikið at flyta býráðssalin í Havn í saltsiloina á Vestaru bryggju. Dekk skal leggjast í saltsiloina í Sjóvinnuhúsinum
Býráðið samtykti í gjár tilmæli frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um at brúka hálva fjórðu millión av íløgukarminum hjá Tórshavnar havn í 2015 til at leggja dekk í saltsiloina
 
22.10.2015 - 08:16

Býráðið samtykti í gjár tilmæli frá meirilutanum í Fíggjarnevndini um at brúka hálva fjórðu millión av íløgukarminum hjá Tórshavnar havn í 2015 til at leggja dekk í saltsiloina.

Í samtyktini stendur, at soleiðis verður møguleikin fyri framtíðar virksemi ovast í bygninginum tryggjaður. Býráðslimirnir hjá Tjóðveldi atkvøddu ímóti.

Tosað verður eisini um at flyta umsitingina hjá kommununi á tvær tær ovastu hæddirnar í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109