Kostar tríggjar milliónir at flyta umsitingina

Kostar tríggjar milliónir at flyta umsitingina
Tað fer at kosta tríggjar milliónir krónur at flyta alla umsitingina hjá Tórshavnar kommunu í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju
Tríggjar milliónir krónur. Tað er kostnaðurin, skal øll umsitingin í høvuðsstaðarkommununi flyta í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju
 
20.10.2015 - 08:44

Uppskotið, sum býráðið nú viðger, er at lata umsitingina, 140 fólk, vera á tveimum, trimum ovastu hæddunum í Sjóvinnuhúsinum.

Árliga leigan til Tórshavnar havn fyri fjórðu og fimtu hædd verður slakar 2,7 mió. kr. Tá er roknað við 1.296 krónum fyri fermeturin.

Málið skuldi viðgerast mánakvøldið

Býráðið skuldi viðgera málið um at flyta býráðíð úr miðbýnum út á Vestaru bryggju á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið, men fundurin varð av ongum.

Uppskot er eisini um at gera býráðssal ovast í saltsiloini á Vestaru bryggju. Tað arbeiðið kann vera liðugt á ólavsøku næsta ár. Tað kostar 18,3 mió. kr.

Í dag er umsitingin hjá Tórshavnar kommunu í fimm ymiskum bygningum í miðbýnum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109