Málið um Kristin bíðar

Málið um Kristin bíðar
Tað verður ikki í kvøld, at Tvøroyrar býráð skal taka støðu til, um Kristin Michelsen kann vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður
Tvøroyrar býráð fer ikki at taka støðu til, um Kristin Michelsen kann vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis, á býráðsfundinum í dag
 
14.10.2015 - 15:47

Málið er ikki á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri klokkan fimm. Kristin Michelsen ætlaði annars fyri tveimum vikum síðani at lata býráðið sleppa at taka støðu á fundinum í dag.

Men tað verður ikki, sigur Kristin Michelsen í dag. Hann sigur, at tríggir býráðsfundir eru eftir í ár, og hann ætlar, at á einum av hesum fundunum ætlar hann at spyrja býráðið, um hann kann vera bæði borgarstjóri í fullum starvi og løgtingsmaður.

SÍ EISINI Hann røkir eisini tvey almenn størv

Kristin Michelsen vísir á, at tann 19. november í 2012 gav tá nývalda býráðið á sínum fyrsta fundi loyvi til, at hann kann vera løgtingsmaður samstundis sum hann er í fulltíðarstarvi sum borgarstjóri. Og hetta er sama býráð, sum er í dag.

Í farna løgtingsvalskeiði var Kristin Michelsen í andstøðu í løgtinginum. Nú er hann í samgonguni, hann er formaður í Rættarnevndini og limur í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109