- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar kommunur skylda meira enn eina álíkning
Tríggjar kommunur skylda meira enn eina álíkning. Fíggjarmálaráðið gav í 2013 Tvøroyrar kommunu loyvi til at vera oman fyri álíkningina til árslok 2015.
Men kommunan hevur søkt um og fingið loyvi til eisini at skylda meira enn eina álíkning næsta ár, upplýsir Fíggjarmálaráðið.
11,6 mió. í halli í 2014
Millum annað havnarútbyggingin og nýggjur fótbóltsvøllur gera, at Tvøroyrar kommuna skyldar meira enn eina álíkning. Tvøroyrar kommuna hevði góðar 11,6 mió. kr. í halli í fjør.
Íløgur fyri næstan 25 mió. kr., tær mestu í havnarútbygging, gera millum annað, at kommunan hevði hall í fjør og skyldar meira enn eina álíkning.
Nettoskuldin hjá Tvøroyrar kommunu var góðar 61,4 milliónir krónur við árslok 2014. Kommunan skyldar 36.000 krónur fyri hvørt fólkið í kommununi.
Tvær aðrar kommunur eisini
Vágs kommuna og Skopunar kommuna, skylda eisini meira enn eina álíkning. Men tær kommunurnar høvdu kortini avlop í fjør.
Um Vágs kommunu sigur Fíggjarmálaráðið, at nettoskuldin er so at siga ájøvn við eina álíkning. Kommunan eigur tí ikki at hava stórvegis trupulleikar av at fáa nettoskuldina niður um eina álíkning í 2015.
Um Skopunar kommunu siga tey í Fíggjarmálaráðnum, at seinnu árini hevur kommunan gjørt lítlar og ongar íløgur.
Verður gongdin í rakstrinum tann sama, er møguleiki fyri, at nettoskuldin hjá Skopun kann koma niður um eina álíkning um ársskiftið 2015/2016, heldur Fíggjarmálaráðið.