Forsetaval í Hvítarusslandi

Forsetaval í Hvítarusslandi
Á valinum seinast vóru fleiri av teimum, sum stillaðu upp ímóti Aleksander Lukashenko handtikin og illa viðfarin
 
11.10.2015 - 17:08

Forsetaval er í Hvítarusslandi í dag. 

Tað merkir vanliga ein ávísan spenning um, hvør vinnur, men ikki í Hvítarusslandi, sum verður rópt seinasta einaræðisveldi í Europa. 
Aleksander Lukashenko hevur sitið sum forseti í Hvítarusslandi seinastu 21 árini og hann verður eisini valdur at halda fram aftaná valið, tora vit at siga, hóast valið ikki er liðugt og atkvøðurnar enn ikki taldar upp.  

Á valinum seinast vóru fleiri av teimum, sum stillaðu upp ímóti Lukashenko handtikin og illa viðfarin. Eingin av teimum stillar upp hesaferð - tað hevur andstøðan í landinum avgjørt í felag fyri at vísa sína ónøgd við støðuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109