- Tíðindi, mentan og ítróttur
Donsk lóg forðaði nevnd at gera arbeiðið til lítar
Kanningarnevndir hjá løgtinginum eiga at sleppa at síggja donsk skjøl, eisini skjøl um málsøki, sum ikki eru yvirtikin.
Nevndin, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við grunninum, fekk ikki gjørt arbeiði sítt til lítar, tí hon fekk ikki øll skjøl, sum hon skuldi brúka.
Donsk lóg gevur ikki rætt til innlit
Í niðurstøðuni sigur nevndin, at torført var at fáa allar upplýsingar til vegar, tí danskar lógir eru galdandi fyri peningastovnar í Føroyum.
Tær lógir, sum geva innlit í mál um peningastovnar, geva eftir danskari meting ikki kanningarnevndini hjá Løgtinginum rætt til innlit í hesi mál.
Grein 19 nevndin er ikki samd í hesari meting. Nevndin mælir tí til at tryggja við lóg, at grein 19 nevndir í framtíðini fáa innlit í skjøl hjá donskum myndugleikum, hóast talan er um málsøki, sum ikki eru yvirtikin.
Uppskot lagt til samtyktar fyri Løgtingið
Grein 19 nevndin mælir eisini til at umhugsa lóggávu um aðrar serligar kanningarnevndir. Nevndin vísir her á donsku lógina um serligar kanningarnevndir.
Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, sum var formaður í Grein 19 nevndini, legði í gjár uppskot til samtyktar fyri Løgtingið.
Løgtingið eigur at biðja landsstýrið koma við lógaruppskotum, sum kunnu forða fyri, at óhepnar mannagongdir og avleiðingar í málinum um Eik grunnin verða endurtiknar.
Nevnd vísti á veikleikar í lóggávuni
Løgtingið er eisini biðið um at taka til eftirtektar frágreiðingina hjá nevndini. Grein 19 nevndin vísti á nógvar veikleikar í lóggávuni og hevur nøkur uppskot um broytingar.
Nevndin mælir yvirskipað til, at lógir um sparikassagrunnar og eftirlit við teimum verða endurskoðaðar, og at lógin um vinnurekandi grunnar verður dagførd soleiðis, at spurningar um konsern-viðurskifti, eftirlit og skyldu til altíð at arbeiða fyri grunsins besta, verða greiðari.
Eisini mælir nevndin til at styrkja eftirlitið við sparikassagrunnum og at gera lóg um grunnar, sum ikki eru vinnurekandi.