Ætlar at spyrja landsstýrismannin um kostnaðin

Ætlar at spyrja landsstýrismannin um kostnaðin
Løgtingskvinna ætlar at spyrja landsstýrismannin, hvussu nógv bíligari tað er at hækka og breiðka gomlu tunlarnar í Borðoynni enn at gera nýggjar
Hvussu nógv bíligari er at hækka og breiðka gomlu tunlarnar í Borðoynni enn at gera nýggjar, ætlar Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir í Fólkaflokkinum at spyrja Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum
 
08.10.2015 - 15:57

Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir í Fólkaflokkinum ætlar at spyrja Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um tunlarnar norður um fjall í Borðoynni.

Hon spyr um munin á kostnaðinum fyri at vita, um til ber at fara fyrr í gongd í Borðoynni, um verandi tunlar verða hækkaðir og breiðkaðir.

Vil eisini vita, hvussu verður við trygdini

Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir sigur, at Rættarnevndin hjá løgtinginum, har sum hon var forkvinna í farna valskeiði, var í Sveis í mai í 2013 fyri at kunna seg um tunnilsgerð har.

Rættarnevndin fekk tá at vita, at tað er bíligari at hækka og breiðka tunlar enn at gera nýggjar. Løgtingskvinnan spyr eisini landsstýrismannin, um nakað verður gjørt við trygdina í tunlunum í Borðoynni.

Í verandi langtíðaríløguætlan hjá landinum eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir í 2021 til 2024. Á næsta tingfundi, sum verður 21. oktober, skal løgtingið atkvøða. um Henrik Old skal svara fyrispurninginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109