Atkvøða í dag um nevndarval

Atkvøða í dag um nevndarval
Tingfólk skulu veljast í 45 nevndarsessir. Tá 20 fólk vóru í størra valbólkinum, átti hann 27 sessir og hin valbólkurin 18 sessir
Løgtingið fer í dag at atkvøða um nevndarval. Tingfólk skulu veljast í 45 nevndarsessir
 
07.10.2015 - 10:08

Fyri einari viku síðani komu tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum við uppskoti um nevndarval. Tey góðtaka ikki, at nýtt fólk uttan nakað fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen.

Tá Annika Olsen fór úr Fíggjarnevndini aftur, boðaði valbólkurin hjá samgonguni frá, at Ruth Vang í Framsókn fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen.

Hendan mannagongdin er brot á bæði siðvenju og tingskipan, siga tingfólkini í teimum trimum andstøðuflokkunum. Tey vilja tí hava allar nevndirnar valdar av nýggjum. Verður tað samtykt í dag, verður nevndarvalið sett á dagsskránna fyri ein annan tingfund.

Samgongan missir kanska ein nevndarsess

Verða løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum, áðrenn Annika Olsen kemur aftur í løgtingið og møguliga í valbólkin hjá samgonguni, Nýggjum sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttur, missir samgongan ein nevndarsess til andstøðuna.

Tingfólk skulu veljast í 45 nevndarsessir. Tá 20 fólk vóru í størra valbólkinum, átti hann 27 sessir og hin valbólkurin 18 sessir.

Nú í oktober, meðan Annika Olsen er í farloyvi úr løgtinginum, eru bara 19 í størra valbólkinum. Tá eigur hann 26 sessir og minni valbólkurin eigur 19 nevndarsessir, upplýsir Løgtingsskrivstovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109