Samgongan missir ein nevndarsess

Samgongan missir ein nevndarsess
Samgongan missir ein nevndarsess til andstøðuna, verða løgtingsvalnevndirnar valdar av nýggjum áðrenn Annika Olsen kemur aftur í Løgtingið
Verða løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum, áðrenn Annika Olsen kemur aftur í Løgtingið og møguliga í valbólkin hjá samgonguni, Nýggjum sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir, missir samgongan ein nevndarsess til andstøðuna
 
01.10.2015 - 12:59

Verða løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum, áðrenn Annika Olsen kemur aftur í Løgtingið og møguliga í valbólkin hjá samgonguni, Nýggjum sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir, missir samgongan ein nevndarsess til andstøðuna.

Í gjár bóðu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin um nýtt nevndarval, tí flokkarnir góðtaka ikki, at nýtt fólk uttan nakað fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen.

Valbólkurin boðaði frá í gjár, at Ruth Vang í Framsókn fer í Fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen. Slíkt er brot á bæði siðvenju og tingskipan, siga teir tríggir andstøðuflokkarnir.

Atkvøða um nýtt uppskot mikudagin

Løgtingið skal mikudagin atkvøða um uppskotið um nevndarval. Verður uppskotið samtykt tá, verður nevndarvalið á dagsskránni fyri ein annan løgtingsfund.

Tingfólk skulu veljast í 45 nevndarsessir. Tá 20 fólk vóru í valbólkinum hjá samgonguni og teimum, átti hann 27 sessir og hin bólkurin 18 sessir.

Nú í oktober, meðan Annika Olsen er í farloyvi úr Løgtinginum, eru bara 19 í størra valbólkinum Tá eigur hann 26 sessir og minni valbólkurin eigur 19 nevndarsessir, upplýsir Løgtingsskrivstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109