Landið má læna fleiri hundraðtals milliónir

Landið má læna fleiri hundraðtals milliónir
Landskassin noyðist at læna eina milliard og 360 milliónir krónur næsta ár sambært uppskotinum um fíggjarlóg, sum Kristina Háfoss legði fram í gjár
Landskassin má læna 1,36 milliardir krónur í 2016 sambært uppskotinum um fíggjarlóg, ið landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram mikudagin
 
01.10.2015 - 08:55

Hetta eru 54 milliónir minni enn undanfarna samgongan hevur í fíggjarlógini fyri 2015. Langfreistaða skuldin hjá landskassanum verður okkurt um 5,1 mia. kr., tá 2015 endar.

Lánsbrævaskuldin er 4,6 mia. kr. Føroyar skylda harafturat statskassanum eina hálva milliard krónur. Men hendan hálva milliardin fellur bara til gjaldingar, um olja verður funnin í føroysku undirgrundini fyri 2018.

Í fíggjarlógini fyri 2015 stendur, at tørvurin at taka upp lán í komandi árum er heftur at undirskotinum í fíggjarlógini komandi árini. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016 er orðið undirskotinum broytt til úrslitinum í fíggjarlógini komandi árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109