Fýra milliónir at fáa tunnilin upp í Hesti

Fýra milliónir at fáa tunnilin upp í Hesti
Tað fer bara at kosta fýra milliónir krónur at fáa Sandoyartunnilin upp í Hesti eisini, sigur staðbundna nevndin í Hesti
Fýra milliónir krónur. Tað fer tað sambært staðbundnu nevndini í Hesti at kosta at fáa Sandoyartunnilin upp í Hesti eisini
 
01.10.2015 - 08:19

Í fyrispurningi til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, at staðbundna nevndin í Hesti hevur heitt á løgmann um at taka málið um Sandoyartunnilin uppaftur.

Landsverk eigur at kanna, um mest skynsama loysnin fíggjarliga ikki er at hava linjuføringina undir sunnara parti av Hesti.

Lyfta kann koma upp í Hesti

Staðbundna nevndin vísir á, at ein loddrøtt gongd við lyftu kann koma upp í Hesti. Lyftan skal kunna taka hálvt fjórða tons. Gongdin verður 160 metrar.

Hvør metur kostar 25.000 krónur, so íløgan verður fýra milliónir krónur, sigur staðbundna nevndin hjá Tórshavnar kommunu í Hesti. Tá er broytta linjuføringin ikki tald við.

Annars spyr Heðin Mortensen partamannin hjá sær í landsstýrinum, hvussu nógv Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at kosta. Hann spyr, um nýggj kostnaðarmeting er gjørd.

Herd trygdarkrøv fáa kostnaðin upp

Heðin Mortensen sigur, at samanborið við norskar prísir meta fólk í vinnuni, at Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at kosta tríggjar milliardir krónur, um Eysturoyartunnilin skal vera trísporaður.

Kostnaðurin er eftir stuttari tíð hækkaður ein triðing, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat, at trygdarkrøvini verða munandi herd. Tað fær eisini kostnaðin upp.

Og kommunurnar, har sum tunnilsmunnarnir vera, skulu gjalda meira fyri trygdina, sigur Heðin Mortensen, sum eisini er borgarstjórí í kommunu, sum fær tveir tunnilsmunnar.

Nyttuvirðið má kannast

Heðin Mortensen sigur, at neyðugt er at kanna nyttuvirðið hjá teimum báðum undirsjóvartunlunum av nýggjum, so tað almenna kann taka endaliga støðu um íløgurnar.

Á næsta løgtingsfundi, sum verður mikudagin, fer løgtingið at atkvøða, um Henrik Old skal svara skrivliga fyrispurninginum frá Heðini Mortensen.

Í samgonguskjalinum stendur, at hildið verður fast um politisku semjuna um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477