Fiskakeyparar í øðini um føroyskt avreiðingargjald

Fiskakeyparar í øðini um føroyskt avreiðingargjald
Fiskakeyparar í Noregi eru í øðini um at avreiðingargjald verður tikið fyri makrel og sild, ið verða landað aðrastaðni enn í Føroyum
 
28.09.2015 - 15:53

Føroyska avreiðingargjaldið upp á tvær krónur fyri kilo av makreli og sild, sum verða landað aðra staðni enn í Føroyum, hevur fingið øði í fiskakeyparar í Noregi.

Tað skrivar heimasíðan Nord24.no. Heimasíðan vísir til tíðindaskriv frá felagsskapinum Sjømat Norge.

Sambært stjóranum í landsfelagnum hjá teimum, sum fiska ella ala, Geir Ove Ystmark, forðar avgjaldið føroyskum skipum í at selja makrel og sild í Noregi.

Avgjaldið er kappingaravlagandi

Geir Ove Ystmark sigur, at avgjaldið er sera kappingaravlagandi og brot á handilsavtalur millum Føroyar og Noreg, tí norsk fiskavirki kunnu ikki kappast um fiskin.

Hann sigur sigur, at strika Føroyar ikki avreiðingargjaldið, eigur Noreg í minsta lagi at seta tilsvarandi avgjald á fisk, sum norsk skip landa í Føroyum.

Landsfelagið hevur sent norska fiskimálaráðnum bræv um misnøgdina við føroyska avgjaldið. Felagið heldur, at fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Noreg eigur at verða endurskoðað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948