Føroyska toskakvotan á Flemish Kap 3.114 tons

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap 3.114 tons
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar eitt vet. Tað er greitt eftir ársfundin hjá NAFO um dagarnar.
 
27.09.2015 - 10:35

NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum. Í NAFO luttaka Føroyar saman við Grønlandi undir heitinum Danmark vegna Føroyar og Grønland.

Fimm ár eru liðin síðani toskaveiða aftur varð loyvd á Flemish Kap, og stovnurin verður mettur at vera væl fyri. Seinastu kanningarnar hava tó víst eina ávísa niðurgongd í tilgongdini og eitt ov høgt veiðitrýst. Mett verður tí, at farast skal varliga fram við umsitingini av stovninum. Samtykt varð, at heildarkvotan skal verða 13.931 tons bæði í 2016 og 2017. Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni. Sostatt verður føroyska toskakvotan á Flemish Kap 3.114 tons í 2016 og 2017. Tað eru 31 tons meira enn kvotan í ár.

Umframt toskakvotuna hava Føroyar tvær smáar kvotur av svartkalva og kongafiski. Heildarkvotan fyri svartkalva varð lækkað við 5%. Føroyska kvotan verður sostatt 189 tons. Kongafiskakvotan er 69 tons. Orsakað av vánaligu støðuni í rækjustovninum á Grand Bank verður heldur ongin veiða loyvd komandi ár. Veiðibannið kom í gildi í 2015, og er galdandi bæði í kanadiskum sjóøkið og í altjóða sjógvi. Á fundinum gjørdu Føroyar vart við, at hóast ongin fiskiskapur verður, so mótmæla Føroyar framvegis býtið av rækjum á Grand Bank, t.e. NAFO øki 3L.

Veiðibannið fyri rækjuveiðu á Flemish Kap frá 2011 stendur eisini við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948