Gera fleiri aliroyndir á Sandsvág

Gera fleiri aliroyndir á Sandsvág
Áðrenn endalig avgerð verður tikin, er ætlanin at gera royndir við ymsum nótum í tveimum aliringum
 
24.09.2015 - 14:45

Í vár verður greitt, um Marine Harvest fer at ala á Sandsvág.

Tað er harðført á Sandsvág, serliga tá vindurin er vestaneftir, og tí er neyðugt at gera fleiri royndir, áðrenn endalig avgerð verður tikin um at ala á vágni.

Tað sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest.

Í fjørvetur gjørdi felagið royndir við einum aliringi á Sandsvág. Ringurin varð lagdur út í november í fjør, 0,3 fjórðingar eystur úr grótkastinum við havnina. M.a. kannaði Fiskaaling aldu- og streymviðurskiftini.

Settu ikki fisk út

Ætlanin var at seta fisk út í vár, men av tí at endaliga loyvið ikki kom fyrr enn í apríl, varð tann royndin av ongum, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Tí er avgerð tikin um at gera fleiri royndir í vetur, m.a. skal greiði fáast á, hvør nót er best at brúka í ringunum. Ætlanin er at leggja tveir ringar út á Sandsvág í vetur, sum skulu hava hvør sína nót. Og so skulu kanningar gera av, hvør nót er best at brúka.

Trossarnir til aliringarnar eru lagdir út, og um tvær til tríggjar vikur er ætlanin at leggja teir báðar ringarnar á Sandsvág.

Og í vár er so ætlanin at fiskur skal setast út á Sandsvág.

Pláss fyri átta ringum

Í økinum er pláss fyri 8 aliringum, og felagið hevur longu fingið 7 ringar til vega, sum kunnu setast í sjógvin.

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at tey hava vónir um at tað ber til at ala á Sandsvág, og at alingin byrjar í vár.

Fýra ella fimm fólk fara at starvast á alibrúkinum á Sandsvág, sigur stjórin í Marine Harvest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948