- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lidnir at kanna arbeiðsvanlukku á Eystaru bryggju
Í hesari vikuni verður Arbeiðseftirlitið liðugt við sína niðurstøðu um vanlukkuna í lastini á grønlendska trolaranum Ilivileq.
Fríggjanáttina er eitt ár síðani, at 22 ára gamli Gunnar Zachariasen doyði, tá hann fekk ein platt av frystum makreli á seg.
Tað var um eitt-tíðina um náttina 25.september í fjør, at menn vóru til arbeiðis í lastini á Ilivileq, sum umskipaði frystan makrel við Eystaru bryggju í Havn.
Doyði á staðnum
Tá ein plattur var á veg upp úr lastini, brotnaði hann, og fiskurin datt niður aftur í lastina, har Gunnar Zachariasen fekk hann á seg. Hann doyði á staðnum.
Arbeiðseftirlitið hevur síðani kannað, um vanlukkan er brot á arbeiðsumhvørvislógina og kunngerðir, sum eru gjørdar sambært lógini.
Tað arbeiðið er nú liðugt, og niðurstøðan og eitt tilmæli verða latin politinum í dag ella í morgin, sigur Leivur Persson, leiðari á Arbeiðseftirlitinum.
Eingin ivi um niðurstøðuna
Av tí at talan er um deyðsvanlukku vil Arbeiðseftirlitið hava fulla vissu fyri, at eingin ivi er um niðurstøðuna.
Tí eru ástøðini, sum kanningarnar hjá Arbeiðseftirlitinum hava ført til, roynd við rekonstruksjónum.
Leivur Persson sigur, at hetta málið er torgreitt, og tí hevur tað tikið sína tíð at avgreiða.