- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum
Nú fer at bera til at lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum í Vági.
Depilin hevur fingið samstarv í lag við UCC-Nord í Danmark, og neyðugt verður ikki at fara av landinum fleiri ferðir um árið í sambandi við lesturin.
Útbúgvingin verður skipað sum fjarlestur og og undirvísing á Fjarlestrardeplinum í Vági. Fjarundirvísing verður fimm vikuskifti hvørja lestrarhálvu, umframt fjarundirvísing ein dag um vikuna. Eisini verður undirvísing í Vági, har undirvísarar á UCC-Nord koma á Fjarlestrardepilin.
Eisini merit-útbúgving
Umframt vanligu pedagogútbúgvingina, er eisini fingið samstarv í lag við UCC-Nord um merit-útbúgving. Tað merkir, at fólk við drúgvum royndum á barnagarðsøkinum kunnu taka pedagogútbúgving sum merit-útbúgving.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, fegnast um, at tað nú ber til at taka eina útbúgving aftrat í Suðuroynni.
- Hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin og møguleikarnar hjá fólki at støðast í oynni, sigur Dennis Holm. Hann vísir á, at útbúgvingin er ikki bert fyri suðuroyingar, men fyri fólk í øllum landinum.
Meiri fæst at vita um útbúgving á www.fjarlestur