Eiga at seta spurning við Hoyvíkssáttmálan

Eiga at seta spurning við Hoyvíkssáttmálan
Hava íslendingar allar fyrimunir av sáttmálanum, eiga vit at spyrja, um vit yvirhøvur skulu hava hann, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður
 
23.09.2015 - 14:43

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at kanna, um íslendingar duga betur at brúka Hoyvíkssáttmálan enn føroyingar.

Hann sigur í samrøðu við Vinnulívið, at er tað so, at íslendingar hava allar fyrimunir av hesum sáttmála, eiga vit at seta okkum spurningin, um vit yvirhøvur skulu hava hann. 

- Tað tænir okkum ikki, um tað er so, at tað bara eru vit, sum lata marknaðin upp fyri íslendingum. Hetta eiga vit at fáa staðfest. Er sáttmálin ikki gagnligur fyri okkum, mugu vit seta okkum spurningin, hví vit so skulu hava hann, sigur Poul Michelsen við Vinnulívið.

Mugu vera kappingarfør

Hinvegin heldur nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum, at vit mugu vera varin við at slaka upp á kappingarelementið. Tí tað má fyrst og fremst vera dugnaskapur, ið eyðkennir okkara vinnu- og handilslív.

Hann sigur við Vinnulivið, at  tað hevur avgerandi týdning, at føroyskar fyritøkur fyrst og fremst eru kappingarførar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109