- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálasamráðingar byrja nú aftur
Samráðingarnar millum Lønardeildina og fakfeløgini hava bíðað eftir nýggjum landsstýrisfólki í fíggjarmálum eftir løgtingsvalið 1. september.
Partarnir vóru samdir um at bíða við samráðingunum. Men hósdagin verður fundur við Starvsmannafelagið, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini.
SÍ EISINI Fyrireika sáttmálasamráðingar
Galdandi sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum fara úr gildi um eina góða viku. Partarnir hava latið hvørjum øðrum sáttmálakrøvini, og nakrir fundir hava verið.
Vanliga hevur Lønardeildin samráðingar við størstu fakfeløgini fyrst, og har verður støðið lagt.
Størstu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum eru Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Pedagogfelagið.