- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innlitslógin skal eisini fevna um kongshúsið
Almenna fjølmiðlanevndin í Noregi mælir nú til, at norska kongshúsið verður fevnt av lógini um innlit. Tilmælið fær eisini undirtøku frá felagnum hjá norskum blaðstjórum og norska fjølmiðlafelagnum.
Orsøkin til tilmælið er, at norska kongshúsið ikki hevur viljað svarað kritiskum spurningum frá fjølmiðlum um, hvør fíggjaði ferðina til Italia hjá krúnprinsahjúnunum í summar. Tey hildu til í einum luksusbáti, sum kostar fleiri milliónir kr.
Almenna fjølmiðlanevndin mælir løgmálaráðnum til at viðgera spurningin av nýggjum, um norska kongshúsið og virksemið hjá kongshúsinum skal verða fevnt av innlitslógini. Nevndin sigur, at tað er ein demokratiskur trupulleiki, at innlitslógin ikki er galdandi.
Nevndin tekur tó bara støðu til skjøl til og frá kongshúsinum, og hevur ikki í hyggju at fáa innligt í privatlívið hjá teimum kongaligu.
- Tað er ikki í lagi, at kongalig kunnu fara inn og út úr almenna rúminum, sum teimum lystir, sigur Harald Stanghelle, limur í norsku fjølmiðlanevndini.