- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framtaksgrunnurin seks milliónir í halli
Framtaksgrunnurin hevði eisini góðar seks milliónir krónur í halli í fjør.
Hallið var góðar 6,1 millión krónur í fjør. Tað var góðar 6,5 milliónir í 2013.
Stovnspeningurin varð lækkaður 58,1 millión í fjør, og eginpeningurin er nú 36,7 mió. kr.
Landið og staturin
Framtaksgrunnurin byrjaði í 1995 við 200 milliónum krónum, sum landið og danski staturin komu við.
Á nýggjárinum hevði Framtaksgrunnurin partabrøv í 20 fyritøkum. Grunnurin fekk í fjør 15 umsóknir um nýggjar íløgur og um at hækka verandi íløgur. Fimm umsøkjarar fingu játtandi svar í fjør.
Í ársfrágreiðingini fyri 2014 siga stjórin og nevndin, at seinastu árini hevur verið torført at finna aðrar íleggjarar, so til ber at fremja tær ætlanir, sum Framtaksgrunnurin setur pengar í. Framtaksgrunnurin ger íløgur í fyritøkur.
Íløgurnar skulu seljast, tá tær eru sølubærar. Pengarnir, sum grunnurin fær fyri seldar íløgur skulu síðani brúkast til nýggjar íløgur.
Selt partabrøv fyri 222 mió. kr.
Sambært yvirliti, sum Framtaksgrunnurin gjørdi fyrr í ár, eru partabrøv seld fyri 222 mió. kr. Vinningurin av seldu íløgunum er 39 mió. kr. Síðan 1995 eru fýra fyritøkur, sum Framtaksgrunnurin átti í, farnar á húsagang við tí úrsliti, at grunnurin misti alla sína íløgu, fýra mió. kr.
Eisini eru nakrar íløgur seldar við halli, knappliga átta mió. kr.
Tá yvirlitið varð gjørt, hevði Framtaksgrunnurin gjørt íløgur fyri 373 milliónir krónur í 43 fyritøkur í Føroyum.
Besta sølan hjá Framtaksgrunninum gav slakar 24 mió. kr. í vinningi.
Í nevndini fyri Framtaksgrunnin eru Marjun Eystberg, forkvinna, Kristine Ellingsgaard, næstforkvinna, Marni Hjallnafoss, Ingi Elmelund Petersen og Fróði Magnussen.