Træta um fráboðað samhugaverkfall endað í Fasta gerðarrættinum

Træta um fráboðað samhugaverkfall endað í Fasta gerðarrættinum
Føroya arbeiðsgevarafelag kærdi Starvsfelagið, tá Starvsfelagið lýsti samhugaverkfall 8. juni í fjør
Arbeiðarafeløgini, sum vóru í verkfalli, skipaðu m.a. fyri blokadu á Sundi. Starvsfelagið ætlaði sær í samhugaverkfall, og ta avgerðina hevur Føroya arbeiðsgevarafelag kært til Fasta gerðarrættin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.03.2025 - 09:05

28. mars fer Fasti gerðarrættur at gera av, um hann skal vísa frá sær eitt mál hjá Føroya arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagnum.

Føroya arbeiðsgevarafelag kærdi Starvsfelagið, tá Starvsfelagið lýsti samhugaverkfall 8. juni í fjør.

Tað var, tá arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli.

Samhugaverkfallið bleiv tó av ongum, tí dagin eftir gjørdu arbeiðsgevarar og arbeiðsfólk sáttmála.

 

Brot á friðarskyldu

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur uppá, at lýsta samhugaverkfallið var brot á friðarskylduna og ella eitt óheimilað stríðsstig og ella í stríð við galdandi siðvenju.

Í lýsingini var ikki sagt, nær verkfallið skuldi enda, men bara nær tað var sett at byrja.

Arbeiðsgevarar siga, at eitt samhugaverkfall er altíð 24 tímar.

Starvsfelagið sigur, at tað stendur ongastaðni skrivað.  Starvsfelagið krevur, at Fasti gerðarrættur vísir kæruni frá sær.

Fasti gerðarrættur tekur støðu 28. mars. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389