- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA gevst við øllum hernaðarstuðli til Ukraina fyribils

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur givið boð um fyribils at steðga øllum hernaðarstuðli til Ukraina.
Tað vátta Hvítu húsini fyri CNN.
AP-tíðindastovan skrivar, at hetta kemur í kjalarvørrinum á keglinum millum Zelenskyj, Trump og varaforsetan Vance í eggrundu stovuni, ovala rúminum.
- Forsetin hevur greitt sagt seg vera fyri friði, sigur eitt talsfólk í Hvítu húsunum, og leggur aftrat:
Vit hava tørv á, at samstarvsfelagar okkara eisini arbeiða fyri hesum máli. Vit hava fyribils steðgað stuðlinum, og fara at hyggja alt málið ígjøgnum.
Hetta merkir, at øll amerikonsk hernaðarútgerð, sum er á veg til Ukraina, verður steðgað, sigur keldan hjá Bloomberg. Avgerðin fevnir um vápn, sum eru á veg, og í transittøkjum í Póllandi.
Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hjá danska TV2 í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, sigur, at avgerðin hjá Trump kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri Ukraina:
Trý boð
Danski miðilin, Berlingske, hevur tosað við keldur í Washington.
Berlingske skrivar, at Zelenskyj skal gera eftir trimum boðum, um hann vil hava amerikanska hernaðarstuðulin aftur.
1. Hann skal skriva undir avtaluna um ráevni. Og hann skal ikki krevja trygdargaranti sum part av ráevnisavtaluni.
2. Zelenskyj, forseti, skal biðja alment um umbering fyri sín atburð í eggrundu stovuni. Tað hevur ukrainski forsetin ikki gjørt, hóast hann hevði høvið longu fríggjakvøldið í eini samrøðu við vertin í Fox News, Bret Baier.
3. Zelenskyj skal geva greiðar ábendingar um, at hann er til reiðar til vápnahvíld. Hann skal vísa vilja til at steðga hernaðaratgerðunum.
Fer víðari til Putin
Keldurnar hjá Berlingske í Washington leggja dent á, at Donald Trump er ikki í ferð við at kolldøma Zelenskyj og Ukraina, ella er til reiðar at lata Putin, forseta, stóran part av ukrainskum landaøkjum.
Frágreiðingin er 'snilda handilsstrategiin' hjá Trump, siga keldurnar í Washington.
Fyrst leggur Trump stórt trýst á Zelenskyj, og tá ið tað hevur eydnast honum, fer hann víðari til Putin.
Keldurnar í Washington leggja eisini dent á, at Trump fer ikki at lata Putin sleppa lættari.
Spurningurin er so, um keldurnar hava rætt.
Tí nógv bendir á, at Trump er til reiðar at samstarva meira við Russland.
USA atkvøddi saman við Russlandi
Í síðstu viku atkvøddi USA saman við Russlandi og øðrum Moskva-vinarligum tjóðum móti eini ST-samtykt, sum fordømdi russisku innrásina í Ukraina.
USA hevur eisini samráðst við Russland í Saudiarabia, uttan at Ukraina ella Evropa vóru umboðað.
Alt hetta gevur ábending um eina nærum fullkomiliga umlegging av amerikanska uttanríkispolitikkinum seinastu nógvu áratíggjuni, har Trump, sambært kritikarum, nærkast einaræðisvinum í Kreml, skrivar Berlingske.