11.700 flóttafólk komin til Danmarkar

11.700 flóttafólk komin til Danmarkar
Tey flestu fara víðari til Svøríkis og Finnlands, men 728 fólk hava biðið um politiskt friðskjól í Danmark
 
20.09.2015 - 16:46

11.700 flóttafólk eru komin til Danmarkar síðani 6. september.

Tað upplýsir ríkisløgreglan fyri Ritzau tíðindastovuni.

Um vikuskiftið komu umleið 2.000 flóttafólk til Danmarkar. 

Hvussu nógv hava biðið um friðskjól er ikki greitt, men tøl, sum vórðu kunngjørd í gjár, vísa, at 728 fólk hava biðið um politiskt friðskjól í Danmark.

Ríkisløgreglan leggur dent á, at tølini skulu takast við fyrivarni, tí tey byggja bert á stakroyndir av fólki, sum eru komin við eitt nú ferju og toki.

Flestu flóttafólkini vilja ikki verða verandi í Danmark, men fara víðari til Svøríkis og Finnlands.

Løkke hevur fund um integrering

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vil hava sýrisku flóttafólkini integrerað í samfelagið, og í hesum sambandi hevur hann boðið umboðum fyri vinnulívið, fakfeløg og neyðhjálparfelagsskapir til fundar í næstu viku at viðgera støðuna.

Forsætisráðharrin hevur bílagt eina greining av flóttafólkunum, í eini roynd at vita, hvørjar førleikar tey hava. Henda greiningin skal eisini verða grundarlag undir teimum átøkum, sum skulu setast í verk at integrera flóttafólkini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512