SU veitir Javnaðarflokkinum fullan stuðul

SU veitir Javnaðarflokkinum fullan stuðul
Málið um hjúnabandslógina eigur at verða avgreitt sum skjótast, sigur ungmannafelagið
Sosialistisk Ung veita Akseli V. Johannesen, løgmanni, fullan stuðul
 
18.09.2015 - 12:59

Tað, ið er eftir av Ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung, veitir nú Javnaðarflokkinum sín fulla stuðul.

SU heldur, at hjúnabandslógin skal broytast, og felagið fegnast um, at ein stórur meiriluti av Javnaðarflokkinum eisini vil broyta hjúnabandslógina.

Í yvirlýsing fyrrapartin sigur SU seg tó ásanna, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at gera hjúnabandsmálið til eitt samgongumál. 

Avgreitt sum skjótast

- Men fyri okkum hevur tað størstan týdning, at málið verður avgreitt sum skjótast, so samkynd kunnu fáa somu borgarligu rættindi sum onnur. Vit mongu, sum eru virkin í SU, fara nú at leggja alla orku í týdningarmikla politikkmenning, eitt nú við at leggja okkara fólkavaldu umboðum lag á í mun til tey mál og evnir, sum viðkoma Føroya ungdómi, sigur ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum.

Mikudagin boðaðu forkvinnan í SU, Oda Strøm, og kassameistarin, Barbara Gaardlykke Apol, frá, at tey tóku seg úr Javnaðarflokkinum.

Tað var gjørt sum avleiðing av tí viðferð, sum Sonja Jógvansdóttir hevði fingið av Javnaðarflokkinum, søgdu tey.

SU hevði limafund í gjárkvøldið, og eftir tann fundin er greitt, at ungmannafelagið nú aftur stuðlar flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109