Býráðið ger av um hann kann røkja bæði størvini

bannari
Býráðið ger av um hann kann røkja bæði størvini
Í kvøld fer býráðið í Klaksvík at gera av, um borgarstjórin, Jógvan Skorheim, bæði kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður
Býráðið í Klaksvík fer í kvøld at gera av, um borgarstjórin, Jógvan Skorheim, bæði kann vera í Løgtinginum og sita sum borgarstjóri í Klaksvík
 
14.09.2015 - 13:16

Jógvan Skorheim søkti fríggjadagin býráðið um loyvi at fara í Løgtingið tað, sum eftir at av hesari býráðssetuni. Hon endar 31. desember næsta ár.

Sambært kommunustýrislógini kann kommunustýri geva frávik frá regluni um, at borgarstjóri skal leggja frá sær øll onnur størv.

Fríggjadagin fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, loyvi frá býráðnum at vera tingmaður, samstundis sum hann er borgarstjóri.

SÍ EISINI Hann sleppur eisini í Løgtingið

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum borgarstjóri á nýggjárinum.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, segði við Útvarpið fríggjadagin, at tá viðurskiftini í nýggju samgonguni eru avgreidd, verður støða tikin.

Tá tey viðurskiftini verða avgreidd í morgin, verður støða tikin til borgarstjórasessin á Tvøroyri. Í farna valskeiði var Kristin Michelsen bæði løgtingsmaður og borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308