- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen størstur í Sørvági
Jørgen størstur í Sørvági
Fólkaflokkurin og Jørgen Niclasen standa seg væl í Sørvági

01.09.2015 - 22:51
Í Sørvági hevur Fólkaflokkurin fingið flestar atkvøður. Flokkurin hevur fingið 191 atkvøður, og tað er ein framgongd, sum svarar til 0,3 prosentstig.
Stóri atkvøðuslúkurin er Jørgen Niclasen, ið eigur 151 persónligar atkvøður. Honum á baki er Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum hevur fingið 97 persónligar atkvøður.
Hóast Sambandsflokkurin er næststørsti flokkur í Sørvági, hevur tað ikki gingist flokkinum eins væl og í 2011. Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum er 10,4 prosentstig.
Samlaða valúrslitið í Sørvági sæst her: Valúrslitið í Sørvági
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV