Verri úrslit enn í 2014

Verri úrslit enn í 2014
Eik banki og íløgurnar bjargaðu hálvárinum hjá TF Holding. Úrslitið var ikki so gott sum í fyrra hálvári í fjør
Eik banki og íløgurnar bjargaðu hálvárinum hjá TF Holding. Úrslitið hjá TF Holding eftir skatt og minnilutaáhugamál, sum eru parturin hjá Fíggjarligum støðufesti í Eik, var 109 mió. kr. í fyrra hálvári
 
28.08.2015 - 13:53

Úrslitið hjá TF Holding eftir skatt og minnilutaáhugamál, sum eru parturin hjá Fíggjarligum støðufesti í Eik, var 109 mió. kr. í fyrra hálvári.

Fíggjarligt støðufesti, sum eigur 30 prosent í Eik banka, fekk 18 milliónir í sín lut. Skatturin var 24 milliónir krónur.

Eik Banki hevði 58 mió. kr. í avlopi eftir skatt fyrra hálvárið. Millum annað afturførdi bankin 23 milliónir, sum vóru settar av móti tapi.

Úrslitið ikki so gott sum í fyrra hálvári í 2014

Hjá Tryggingarfelagnum Føroyum gekst ikki so væl í fyrra hálvári, tað hevði 20 milliónir krónur í halli eftir skatt.

Orsøkin er partvíst, at nógvir miðalstórir skaðar vóru. Hetta vóru skaðar, sum onga endurtrygging høvdu.

Hjá Betri pensjón var úrslitið null, raksturin javnvigaði. Men íløgurnar hjá TF Holding samtakinum góvu 89 mió. kr. av sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389