Støðan hjá Íslandi styrkt

Støðan hjá Íslandi styrkt
Íslendska støðan er styrkt, næstu ferð strandarlondini skulu samráðast um makrelin, heldur íslendska fiskimálaráðið
Tað er eingin ivi um at íslendska støðan er styrkt, næstu ferð strandarlondini skulu samráðast um makrelin., er niðurstøðan hjá íslendska fiskimálaráðnum
 
28.08.2015 - 17:47

Tað er eingin ivi um at íslendska støðan er styrkt, næstu ferð strandarlondini skulu samráðast um makrelin., er niðurstøðan hjá íslendska fiskimálaráðnum.

Fiskimálaráðið fegnast um, at makrelkanningarnar hjá Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi í summar siga, at 37 prosent av stovninum eru nú í íslendskum sjógvi.

So nógvur makrelur er ikki sæddur í íslendskum sjógvi fyrr. Stovnurin er 7,7 milliónir tons, og 2,9 milliónir eru í íslendskum sjógvi. Mesti makrelurin var sunnan fyri Ísland og longri suðuri enn higartil.

Ísland er ikki við í makrelavtaluni millum ES, Noreg og Føroyar. Nakað minni var at síggja í føroyskum sjógvi enn í fjør, tó var meira makrelur sæddur í útsynningspartinum av føroyska økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389