ÍSF: Tørvur á hægri játtan

ÍSF: Tørvur á hægri játtan
Samsvar er ikki millum tørv og játtanina til ítróttin á fíggjarlógini, sigur ÍSF
 
15.08.2015 - 11:49

Føroysk ítrótt hevur tørv á at fáa eina munandi hægri játtan á løgtingsfíggjarlógini næstu árini. 

Tað sigur Ítróttasamband Føroya, sum nú rópar varskó í brævi til almennu myndugleikarnar. 

Samsvar er ikki millum tørv og játtan, sigur felagsskapurin. 

ÍSF hevur gjørt eina umfatandi tørvsmeting, sum er latin almennu myndugleikunum. 

Har verður millum annað víst á, at næstu árini er neyðugt at byggja nýtt ÍSF-hús, at játtanin til sersambondini eigur at hækka, og at fleiri pengar mugu setast av til úrval skipanina og til altjóða luttøku. 

ÍSF fær góðar sjey milliónir krónur á fíggjarlógini, men tørvurin er nógv størri. 

Í 2008 gjørdi ÍSF eina kanning av virðinum av samlaða sjálvbodna arbeiðinum í føroyskari ítrótt. Hetta arbeiðið var tá mett at hava eitt virðið upp á 46 milliónir krónur. 

Samsvar er tí ikki er millum tørv og játtan, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti. 

ÍSF vísir á, at felagsskapurin er grundaður á góð og sunn virði, sum hava týdning fyri land og fólk. Játtanin til ÍSF er tí ikki ein útreiðsla, men ein íløga í vælveru hjá borgarum, sigur ÍSF. 

Forsetin í ÍSF vísir aftur, at talan er um trýst á politikarar, nú tað stundar til løgtingsval. 

Hoyr samrøðu við Petur Elias Petersen, ÍSF-forseta í tíðindasendingini klokkan 12.20. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172