Vísitalið váttar búskaparliga framgongd

Vísitalið váttar búskaparliga framgongd
Fleiri fólk arbeiða, arbeiðsloysið er lítið, og støðugt fleiri lønir verða goldnar
 
30.06.2015 - 09:13

Hagstovan ger nú konjunkturkanningina, sum Fíggjarmálaráðið plagdi at gera. Nýggjasta kanningin er júst kunngjørd.

Sambært henni er yvirskipaða vísitalið, sum Hagstovan nevnir samanvigaða vísitalið, hækkað úr 18 í januar í ár upp í 23. Men tað var 37 í juni í fjør.

Samanborið við januar í ár eru vísitølini fyri tilfeingisvinnur og annan ídnað og tænastuvinnur hækkað, men vísitølini fyri byggivinnu og handilsvinnu eru lækkað.

Vanlig fólk og vinnulívsfólk verða spurd, hvussu tey meta um støðuna, og síðani verður konjunkturbarometrið gjørt eftir tí, sum tey spurdu svara.

Konjunkturbarometrið fyri juni 2015 stuðlar undir onnur hagtøl, sum í hálvtannað ár hava givið eina greiða mynd av búskaparligari framgongd í Føroyum, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109