Úrslitini av landsroyndunum í ár eru nú almenn

Úrslitini av landsroyndunum í ár eru nú almenn
Landsroyndin í ár var hildin í døgunum 27. - 29. apríl, og samlaðu royndarúrslitini vórðu send skúlunum lítlan mánað seinni
 
30.06.2015 - 15:58

Landsroyndirnar hava verið í lærugreinunum føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni. Næmingarnir í 6. flokki, sum vóru til landsroynd í ár, hava allir roynt hetta áður í 4. flokki, og hava tí ítøkiligar royndir í at fara til landsroynd.

Mentamálaráðið leggur dent á í frágreiðingini, at landsroyndir ikki siga alt um førleikan hjá næmingunum. Royndirnar kunnu tó geva ábending um, hvussu støðan er. 

Úrslitið skal nýtast sum partur av samlaðu eftirmetingini í skúlunum og hjá myndugleikum í sambandi við innihald, háttalag og annað til tess at betra um undirvísingardygdina og úrtøkuna hjá næminginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109