- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES kann læra nógv av norðurlendska samstarvinum
ES kann læra nógv av norðurlendska samstarvinum
Serliga tá hugt verður at sosial- og samfelagsviðurskiftum.
30.06.2015 - 14:52
Tað er niðurstøða á tiltakinum “Koma norðurlond at yvirliva ES?”, ið varð hildið á Gotlandi í gjár, har Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri, umboðaði Føroyar. Saman við henni vóru umboð úr Álandi, Grønlandi og svensku stjórnini.
- Londini eru samd um, at norðurlendska samstarvið hevur avbjóðingar í mun til ES. Fundarluttakararnir eru kortini á einum máli um, at ES eigur í størri mun at hyggja norðureftir. Heldur enn at lima Føroyar í ES, skulu vit virka fyri einum nýggjum sáttmála við ES, sigur Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Tóru hevur ein innara eld, sum brennur fyri brekøkinum og lívinum sum heild
187239
Nýggjastu sendingar í SV