Felag í Belis keypt Asbjørn Senior

Felag í Belis keypt Asbjørn Senior
Seldur fyri tað sama sum hann varð keyptur fyri til Føroya í fjør
 
16.06.2015 - 08:26

Nótaskipið Asbjørn Senior varð í gjár selt av landinum og strikað í føroysku skipaskránni.

Nýggi eigarin er North Atlantic Group Ltd í Belis, sum keypti skipið frá Ocean Group Faroes fyri 67 mió. kr., júst tað sama, sum Ocean Group Faroes keypti Asbjørn Senior fyri í fjør. 

Asbjørn Senior varð keyptur til Vágs úr Hirtshals fyri einum ári síðani. 

Skipið varð skrásett í Føroyum fyrstu ferð tann 22.juli í fjør. Í fyrsta umfari fekk skipið føroyskt flutningsloyvi.

Skipið varð selt fleiri ferðir aftur og fram úr Vági til ymisk feløg í Thor-samtakinum í Hósvík, sum høvdu makrelkvotur. Í fjør avreiddi Asbjørn Senior makrel fyri 32 milliónir krónur.

Í løtuni er Asbjørn Senior staddur úti fyri Móritania í Afrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948