Gongur betur enn væntað at gera tunnilin

Gongur betur enn væntað at gera tunnilin
Tað gongur so mikið væl at gera Viðareiðistunnilin, at játtanin á fíggjarlógini hevur ilt við at fylgja við
Játtanin á fíggjarlógini hevur ilt við at fylgja við. So mikið væl gongur at gera Viðareiðistunnilin
 
09.06.2015 - 09:39

Arbeiðið at bora nýggja Viðareiðistunnilin gongur so mikið væl, at játtanin á fíggjarlógini hevur ilt við at fylgja við, skrivar Sosialurin.

Samlaða játtanin er 162 milliónir krónur, og pengarnir eru játtaðir yvir fýra ár - frá 2014 til 2017. Soleiðis eru 35,5 milliónir at brúka í ár, 47,5 milliónir næsta ár og síðstu 32 milliónirnar verða játtaðar í 2017.

Dýrt at steðga arbeiðnum og byrja aftur

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Viðareiðistunnilin, fær seg ikki til at trúgva, at tað kann koma uppá tal at steðga arbeiðnum.

Í samrøðu við Sosialin vísir Jón sigurdsson á, at tað er rættuliga dýrt at steðga arbeiðnum fyri síðani at byrja aftur, tá játtan er tøk. Hann vónar tí, at ein loysn verður funnin, so arbeiðast kann út í eitt, til alt er liðugt.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar- og tunnilsmálum, sigur seg bara hava játtanina á fíggjarlógini at halda seg til. Skal játtanin til Viðareiðistunnilin flytast fram, so skal antin okkurt annað bíða ella veksur undirskotið á fíggjarlógini ta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948