Gera enn eina roynd at semjast

Gera enn eina roynd at semjast
Í dag fara strandarlondini undir enn eina roynd at semjast um svartkjaftin. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar í hesum umfarinum
Strandarlondini gera nú enn eina roynd at semjast um svartkjaftin. Tríggir samráðingardagar eru settir av í hesum umfarinum
 
09.06.2015 - 08:17

Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar, sum eru í Edinburgh. Føroyar hava formansskapin í hesum samráðingunum, og hetta er fimti fundurin um svartkjaftin síðani í oktober í fjør, tá Føroyar fingu formansskapin.

Londini eru samd um alt viðvíkjandi svartkjaftinum uttan býtislykilin. Men hann er rættiliga avgerandi, tí býtislykilin sigur, hvussu heildarkvotan skal býtast millum londini.

So leingi semja ikki er um býtislykil, ásetir hvørt landið sær sína kvotu. Svartkjafturin er væl fyri, og londini eru samd um, at heildarkvotan í ár er ein millión og 260.000 tons. Men londini eru als ikki samd um, hvussu nógv, hvørt landið eigur av heildarkvotuni.

Ísland hevur tikið sær 215.000 tons í ár. Higartil eru fiskað 152.000. Íslendsk skip fiskaðu 94.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417