Stine Bosse fingið ein nevndarformanssess afturat

Stine Bosse fingið ein nevndarformanssess afturat
Forkvinnan í Banknordik er nú nevndarforkvinna í trimum stórum feløgum og einum felagsskapi
 
29.05.2015 - 07:59

Nevndarforkvinnan í Banknordik, Stine Bosse, hevur fingið ein nevndarsess afturat.

Mikudagin fekk hon formansessin í nevndini í Tele Post, skrivar grønlendska KNR.

Tele Post er eitt undirfelag hjá almenna partafelagnum Tele Greenland, ið veitir internet, kt og posttænastur.

4 nevndarformanssessir

Stine Bosse er nú nevndarforkvinna í trimum stórum feløgum í Danska Kongaríkinum.

Umframt sessirnar í Banknordik og Tele Post, er danska vinnulívskvinnan eisini forkvinna í almenna oljufelagnum Nunaoil.

Í síðsta mánað gjørdist hon eisini nevndarforkvinna í donsku Europa-rørsluni, ið er ein tvørpolitiskur felagsskapur, ið virkar fyri at styrkja bondini til ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948