Raksturin gav avlop longu fyrsta árið

Raksturin gav avlop longu fyrsta árið
P/f Pelagos í Fuglafirði rindaði umleið 21 milliónir í lønum til tey í miðal 66 starvsfólkini í fyrsta roknskaparárinum, ið eisini vísti fitt avlop
Leiðslan í P/f Pelagos í Fuglafirði er vælnøgd við fyrsta roknskaparárið hjá virkinum, tá avlopið var umleið 13 milliónir
 
18.05.2015 - 10:56

Fyrsta roknskaparárið hjá P/f Pelagos í Fuglafirði royndist væl, hóast byrjað ikki varð at virka fisk fyrr enn miðskeiðis í august, skrivar Vinnuvitan á netinum.

Avlopið hjá P/f Pelagos í Fuglafirði í fyrsta roknskaparárinum var umleið 13 milliónir, hóast virkið bert virkaði fisk í fýra mánaðir í 2014.

Tey í miðal 65 starvsfólkini, ið arbeiða hjá P/f Pelagos í Fuglafirði, fingu útgoldið 21 milliónir í lønum í 2014, ið svarar til eina miðalløn sum var 323.000 krónur.

Íløgurnar í uppsjóvarvirkið kostaðu 240 milliónir krónur. Leiðslan er bæði vælnøgd við virkið og gongdina hjá virkinum fyrsta roknskaparárið, skrivar Vinnuvitan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948