Tingið feldi uppskot um taksametur í hýruvognum

Tingið feldi uppskot um taksametur í hýruvognum
Fyrst samtykti løgtingið uppskotið um taksametur. Men so feldi tingið uppskotið, tá atkvøtt varð eftir triðju viðgerð
Hesi fara ikki at síggjast í føroyskum hýruvognum fyribils. Meiriluti var ikki eftir triðju viðgerð at hýruvognar skulu hava taksametur
 
15.05.2015 - 11:50

Hóast fimm av sjey nevndarlimum í vinnunevndini, teirra millum tveir í samgonguni, ikki mæltu til at samtykkja uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um, at tey, sum koyra hýruvogn, skulu hava taksametur, varð uppskotið í fyrsta umfari samtykt.

Tá atkvøtt varð eftir aðru viðgerð, vóru 15 atkvøður fyri, níggju ímóti, og ein atkvøða varð blonk. Men tá atkvøtt varð eftir triðju viðgerð vóru 13 fyri og 13 ímóti, eingin atkvøða var blonk.

Fyri at verða samtykt skal eitt uppskot hava meiriluta. Stendur á jøvnum fellur uppskotið. Broytingin í hýruvognslógini skuldi geva kommununum heimild til at krevja, at hýruvognar hava taksametur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948