Stuðulin til privatar fjølmiðlar datt burtur

Stuðulin til privatar fjølmiðlar datt burtur
Uppskotið um miðlastuðul lá í mentanarnevndini í tveir mánaðir. Nú er tað dottið burtur vegna summarfrí.
 
15.05.2015 - 07:09

Mentanarnevndin viðgjørdi uppskotið hjá landsstýrismanninum í mentamálum um stuðul til privatar fjølmiðlar á fimm fundum, men hóast nevndin fekk málið á grækarismessu - tað er fyri tveimum mánaðum síðani - skrivaði hon ikki álit. 

Og nú er málið dottið burtur, tí mikukvøldið fór løgtingið í summarfrí. 

Nógv á fundi

Á fundinum hjá Mentanarnevndini tann 8.apríl vóru nógv fólk, sum hava privatar miðlar. 

Árni Gregersen, Gunnar Skúvadal og Niklái Nysted vóru fyri netmiðlar, Sveinur Tróndarson og Emil L. Jacobsen fyri Dimmalætting, Eirikur Lindenskov og Jonhard Hammer fyri Sosialin og Øssur Winthereig, Ingolf Sólheim Olsen og Ingrid Bjarnastein fyri Felagið føroysk miðlafólk. 

Nakrar dagar seinni, tann 13.apríl, fekk Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fundarboð. 

Eftir tað varð málið viðgjørt á tveimum fundum, seinast 29.apríl, men einki álit kom.

Helt seg hava undirtøku í samgonguni

Í fíggjarlógini fyri 2015 eru annars tvær milliónir krónur til stuðulin til privatar miðlar.

Tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, kunngjørdi, at hann arbeiddi við einum uppskoti um stuðul til privatar miðlar, segði hann, at hetta var tað einasta, hann helt seg hava undirtøku fyri í samgonguni. 

Samgongan vildi ikki vita av nøkrum, sum kundi hjálpa Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948